Vestanstevnan 2016
Góðu stevnugestir
Fyri nógvum árum síðani fekk eg tann heiður at seta vestanstevnuna. Skalt tú frambera nakað, vilja tey flestu okkara leita eftir, hvussu var tað fyrr, og gjørdu tey tað sama, sum vit gera í dag. Tá var ikki so lætt at finna tilfar, tí tey flestu blakaðu bløðini burtur, tá tey vóru lisin, so nógv er farið í gloymskuna, sum burdi verið varðveitt. Til alla lukku kunnu vit siga, at nakað av tí, sum skrivað er síðstu árini, nú finst teldutøkt á netinum hjá Landsbókasavninum.
Jens Christian Svabo
Fyri rættiliga nógvum árum síðani, fyri næstan 250 árum síðani, hevur prestasonurin úr Miðvági, Jens Christian Svabo í bókini, sum hann skrivar fyri danskar myndugleikar ???Indberetning fra en Rejse i Færøe 1781-1782??? eitt uppskott um, hvat gerast kann á ólavsøku. Hann mælir til at hava øðrvísi leikir og íðkanir. Hesir leikir kundu havt sínar lógir eins og forngrisku leikirnir, ið seinni gjørdust til teir olympisku leikirnar. Hesir leikir kundu umfata:
At rógva eitt uppmált øki aftur og fram
At sigla sama srekki við seglum
At skjóta eftir luti á sjónum, sum líktist hvali við harpun, fyri at læra ungfólk, hvussu tey skuldu bera seg at í hesum sambandi
At renna kapp
At svimja
Víðari sigur hann, at endamálið eisini kundi verið ???at indføre en eller anden nyttig forandring i henseende til baadebygningen.
Vit hava gingið nógvum av tí, sum hann mælti til á møti. Ikki øllum, treyðugt so, men tá vóru hvørki
Birgitte Bardot, Greenpeace ella Paul Watson til, og neyvan hevði tað farið aftur við borðinum óátalað, at lært ungdómin at skutla nakað, sum líktist hvali.
Fyrsta stevnan
Í 1899 skipar eitt ungmannafelag av Velbastað og Kirkjubø, sum eitur Sólarmagn fyri einari stevnu, sum teir kalla fyri ???Kappleikstevnu í Miðvági.??? Um hesa stevnu kunnu vit lesa bæði í Fuglaframa og Føroyingatíðindum. Hetta hevur uttan iva verið fyrsta stevnan, har avbygdafólk hava luttikið.
Á skránni var: kapprenning, longdarlop, teigalop, kappkasting við steini og kappróður. Kappróðurin vann Koltursbáturin mannaður við koltursmonnum og skopuningum. Restina av kappingini vunnu skopuningar. Lítið av fólki var á stevnuni, tí lýsingin kom ikki í bløðini fyrr enn vikuna eftir, at stevnan hevði verið. Kanska er hetta orsøkin til, at eingin í okkara kommunu vann nakað sum helst.
Í hesi tíðini høvdu Velbastaður, Kirkjbøur, Koltur, Hestur og Skopun nært samband við Vágoynna m.a. ,tá grindarakstur var, og tá fólk skuldu til Havnar í neyðsynjarørindum. Tá var Velbastaður stytsta leið at seta inn hjá fólki, sum síðani gingu til Havnar.
Vágastevnan
24. mai 1945 var fundur í Sørvágs Ítróttarfelag. Á hesum fundinum varð skriv viðgjørt frá Miðvágs Ungmannafelag viðvíkjandi Vágastevnuni, sum tey tá kallaðu hana, og Jákup av Skarði og Erling Petersen vórðu valdir í nevnd til at taka sær av málinum.
Fyrsta stevnan var kristiliga býtt millum bygdirnar Miðvág og Sandavág. Tó var stevnan sett við Leitisrætt, har Poul E Petersen, ítróttarráðgevi, flutti fram røðu. Kappróður, kappríðing og fólkafundur vóru eisini á skránni , og hetta var fyrsta og síðsta ferð, at skipað varð fyri kappróðri á vatninum.Til slík høvi plagdi H.M.Niclasen at yrkja, og tað gjørdi hann eisini til hesa stevnu. Eitt av ørindinum ljóðaði soleiðis:
Nú vágastevnu vit halda
Ein nýggjan hátíðardag
Og ítróttur øllum man valda
Vit kapprógva, ferðast avstað.
Frá 1945-1952 skiftast tær tríggjar vágirnar um stevnuna. Í 1952 kemur Vestmanna, sum tá var ein partur av okkara farleið, upp í vágastevnuna, og tá broyttist stevnuheitið til vestanstevnan, sum hon hevur verið kallað síðani, sjálvt um Vestmanna er farið burtu rúr samstarvinum og hevur fingið sær aðrar samstarvspartnarar.
Vestanstevnuflúgving
Í samband við summarstevnurnar hevur tað verið ymist, ið hevur verið tikið fram í fremstu røð. Onkur hevur gjøgnum tíðirnar illneitast um, at mentanin við fólkafundum var tikin av skránni, og at nú var dentur lagdur á at selja amerikanskar hattar, danskar pylsur, íslendskan turran fisk og vesturtýskar luftbalónir. Kanska hevur sølumentanin fingið ov víðar ræsur og fastatøkur á okkum, men tey, sum eru um mín aldur og eldri, minnast helst best vestanstevnuna í 1962, tá íslendska flogfelagið fleyg rundferðir kring Føroyar á vestanstevnu við vanligum stevnugestum..
Hugo Fjørðoy , sum var ein av stigtakarunum til flúgvingina, greiðir frá í Vága samferðslusøgu, at hevði hann vitað, hvussu torført tað var at fáa flúgving í lag hesar báðar vestanstevnudagarnar, so hevði eg neyvan gjørt tað.
Um fyrireikingina sigur hann, at neyðug loyvi frá myndugleikunum varð fingið til vega,og tveir elsdsløkkjarar vóru keyptir til eldsløkking. Tað var brunaútgerðin. Nýggi skúlin í Sørvági var júst liðugur, og kommunan átti ein arbeiðsskúr, sum hevði verið brúktur undir skúlabyggingini. Stigtakararnir spurdu, um teir kundu keypa skúrin. Tað vildi kommunan ikki, men teir kundu fáa helvtina. Skúrurin varð so sagaður í tvíningar, nýggjur endaveggur kom uppfyri, og við tveimum eldsløkkjarum og einum hálvum skúri sum avgreiðslubygningi, kundi vestanstevnuflúgvingin byrja
Ein av stevnugestunum, ið slapp í flogfarið annan av stevnudøgunum, var Niels Juel Arge,útvarpsstjóri, sáli, sum var á flogi við mikrofonini. Tá ið flogið var yvir Havnini kundi hann ikki bara sær at viðmerkja ,tá hann sá síni egnu hús á Tinghúsvegnum, at har var bæði reint og nossligt uttanum.
Tá eg nevni hesa vestanstevnuhending sum nakað serligt, so er tað tí, at føroyingar tøku so ómetaliga væl undir við henni, og at hetta tiltakið gjørdi sítt til, at Flogfelag Føroya, sum seinni kom at standa fyri regluligari rutuflúgving millum Føroyar og útheimin, varð stovnað.
Kappróðurin
Í samband við summarstevnurnar gjørdist kappróðurin vørumerkið ella flaggskipið fyri hesar. Okkara tjóðarítrótt, siga vit um kappróðurin, har báturin í skapi heldur seg til siðbundna føroyska bátin, sum eigur røtur heilt aftur í víkingatíðina. Okkara bygd hevur í ávísum tíðum ligið í oddinum í kappróðri, men tíverri hevur luttøkan og úrslitini verið soltin seinastu nógvu árini.
Mín vón skal vera, at góðar kreftir, og tær eiga vit, taka sær av barnaróðrinum. Royndir aðrastaðni vísa, at tá skulu úrslitini nokk koma. Og flogbólturin her í bygdini er júst prógv um tað sama.
Friður valdar
Í fjør setti Magna Thomassen, lærari, vestanstevnuna í Sandavági. Hon hugleiddi um, at tað í fjør vóru 70 ár, síðani fyrsta vágastevnan var hildin júst, tá ið annar veraldarbardagi var av. Vit kunnu hugsa okkum, at tað hevur verið hugaligt at liva tá, nú friður aftur valdaði eftir 5 ára orrustu við neyð og elendigheit við nógvum ofrum. Júst hetta rann mær til hugs, nú Stórabretland hevur valt at melda seg úr Evropasamveldinum. Stóru londini í samveldinum hava lært at samstarva heldur enn at berjast móti hvørjum øðrum, sum tey gjørdu tvær ferðir í síðstu øld. Vit hava síðani vágastevnan byrjaði, havt tað friðaligt um okkara leiðir. Okkara forfedrar kendu til alt annað enn frið. Mín vón skal vera, at londini rundan um okkum fara at duga sær hógv, og ikki bara hyggja eftir egnum nalva í sjálvdrátti. Nólsoyar Páll yrkir í Fuglakvæðnum um rovfuglin, har hann sigur um kjógvan :
Kjógvin við sítt klipta vel
Hugsar við sjálvum sær:
???Vertin á hvat ið annar fær,
Eg skal nøra at mær.???
Hann var sjálvur tjaldrið, ið vardi smáfuglin móti rovfuglinum. Gævi at vit eiga nóg nógv tjøldur rundan um okkum til at verja okkara smáfuglar ella eftirkomarar.
Eg fari at enda at takka tykkum, sum skipa fyri stevnuni, tøkk til tykkum, sum lýddu á. Vælkomnir stevnugestir, og við hesum orðum er vestanstevnan 2016 sett.
Sune Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald