2015-06-12 13:26
Í ár er sundalagsstevnan í Kollafirði, hon byrjaði so smátt longu mikudagin við t.d. tiltaki um ullarvirking á bókasavninum og sjavskapping í bygdarhúsinum. Hóskvøldið byrjaði tombola í ítróttarhøllini upp, tá var dysturin millum KÍF og VÍF í bestu mansdeildini - KÍF vann 32-26
Fríggjadagin letur kampingplássið upp í skúlagarðinum. Síðan verður hópin av tiltøkum: Barnaveitsla, ponyríðing, stevnukviss og livandi tónleikur.
Stevnan kemur í hæddina leygardagin og byrjar við morgunsvimjing í ósanum við bátahylin. ??t móti middegi verður stór skrúðgonga frá bygdarhúsinum til ítróttarhøllina, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir stevnuna.
Síðan fer alt í sving: Loppumarknaður, fiskibrunnur, ponyríðing, listarframsýning, kondibingo, kappróður, tivoli, heitir pottar og sauna, klovnar, familjutiltak í bátahylinum við ymsum vatnkappingum - og ikki at gloyma stevnuteitið í bygdarhúsinum.
Leygarkvøldið kl 20 verður hugnakvøld við felagssangi, tónleikaframførðslum, skemti og gomlum stevnuteitisslagarum, diskotek verður í ítróttarhøllini, midnáttarbál við missiónshúsið og stevnudansur í bygdarhúsinum.
Sunnudagin verða mong av tiltøkum endurtikin. ??tvarpsgudstænasta verður við Marjuni Bæk, Eiler Fagraklett hevur opið hús, felags útimøti verður við missiónshúsið og stevnuteitið verður endurtikið. Stevnuteitið verður eisini at síggja í bygdarhúsinum mánakvøldið kl 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald