2015-06-13 18:08
??? Vit hoyra ofta, at bygdastevnurnar ikki klára seg í kappingini við nógvu festivalarnar, ið eru gjøgnum summarmánaðirnar. Men við tí fjølbroyttu skrá sum tit her hava megnað at gjørt, so liggur tykkara partur ikki eftir at skapa eina góða og upplivingarríka stevnu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti Sundalagsstevnuna um middagsleitið í dag.
??? Hugaligt er eisini, sum altíð, at síggja rossafólk, ítróttarfólk, skótar og tónleikarar til skrúðgongu her undan setanina.
??? Mentanarliga hava bygdastevnur framvegis stóran týdning. Her savnast borgarar til ítrótt og felags átøk, og gestablídnið er stórt, nú bygdin hesar dagarnar er vertur fyri hugnaligari summarstevnu við nógvum vitjandi.
??? Á modernaðum máli kunnu vit siga, at bygdastevnurnar eru góð høvi at ???branda??? bygdina og tað bygdalív, sum vit eru so fegin um at hava megna at varðveitt.
??? Hetta er ein týdningarmikil arvur, sum vit eiga at hjúkla um og bera víðari til næstu ættarliðini. Í Tórshavnar kommunu eru vit sera tilvitað um týdningin, og tað stóra virðið, sum bygdirnar í kommununi hava. Vit eru errin av at hava bygdir sum part av kommununi, og bera tað eisini fram hvørja ferð vit branda kommununa úteftir.
??? Tað hevur stóran týdning at varðveita bygdastevnurnar. Rætt er, at tær í dag hava sera nógv at kappast við, men kappingin er tó ikki bara av tí ónda, tí vit síggja, at støðið hækkar, tá fleiri kappast um at hava bestu átøkini. Ið hvussu so er elva stevnurnar til gott samanhald í lokalu ítróttarfeløgunum, millum skótarnar og innan frítíðarvirksemi í bygdini annars.
??? Winston Churchill segði einaferð, tá hann undir krígnum var kroystur fíggjarliga, tí herinum væntaði meira fígging, og krígsráðharrin helt, at tey noyddust at skera aðrar rakstrarjáttanir ??? serliga til mentan: ???Um vit skera mentanina, hvat skulu vit so við einum heri ??? hvat er tá at berjast fyri, hvat er tá at verja????
??? Hetta eru skilaorð, sum vit eisini kunnu nýta um tann týdning, sum bygdirnar og bygdamentanin hava fyri høvuðsstaðin, tí tað mesta av tí, sum í dag sprettur í mentanarhølum kring landið, eru spírar úr bygdalívinum.
??? Eg kann nevna virkna tónleikalívið, sum hevur sínar røtur í gomlu sangmentanini, tá bygdafólk hittust til hátíðarløtur í kirkjum, samkomum og í veitslulagi. Ella nýmótans snigevingin, ið hevur sínar røtur í ullatilvirking og garving eftir gomlum siði. Ella nýmótans matmentanin, sum hevur gjørt føroysku matstovurnar kendar um allan heim, ikki við at royna at herma eftir ???týskum klumpum og franskari sós???, men við at byggja á teir smakkir vit kenna frá aldargomlu matarsiðum okkara ??? tað ræsta, tað turra og tað fríska og reina.
??? Nú Sundalagsstevnan í ár verður hildin í Kollafirði, er hon ársins fyrsta stevna í Tórshavnar kommunu ??? tann størsta er ??lavsøkan, og tann seinasta plagar at vera Ovastevnan.
??? Tað eru Kollafjarðar Ítróttarfelag og skótarnir, sum skipa fyri tiltøkunum og leggja skránna. Hondbóltur og FM-róður eru fastir tættir á Sundalagsstevnuni.
??? Á Sundalagsstevnuni í ár er fjølbroytt og áhugavert innihald bæði innan ítrótt, mentan og undirhald. Mentanartiltøkini eru áhugaverd og røkka líka frá ullarvirking til sjavskapping, frá kamping til ríðing við Dalarossum, frá morgunsvimjing á sjónum, í heitan pott, og til stóran marknað í fimleikarhøllini, frá kondibingo til tivoli, frá gudstænatu og útimøti til stevnuteiti.
??? Hvør løta í dag og í morgin er full av góðum tiltøkum.
??? Eg fari at enda at takka tykkum øllum fyrireikarum fyri enn einaferð at hava megnað at seta eina so sera spennandi skrá saman, takk til ítróttarfólk, skótar og til alt bygdarfólkið. Eg fari at enda við at ynskja tykkum øllum eina góða Sundalagsstevnu ??? og hervið er Sundalagsstevnan 2015 sett, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald