JN

Summarfrítíðaravloysari til bókhaldið hjá Atlantic Airways

...

2015-04-28 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir skrivstovufólki til bókhaldið hjá Atlantic Airways . Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er tíðaravmarkað frá 29. juni 2015 til 31. August 2015, ella eftir nærri avtalu.

Atlantic Airways bjóðar eitt fjølbroytt summarfrítíðar starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um alt vanligt bókhaldsarbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur. Atlantic Airways nýtir bókhaldsskipanina Navision. Í bókhaldinum starvast 5 fólk og avloysarin hevur tilvísing til roknskaparleiðaran. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum.

Arbeiðsuppgávur

- Bókhald

- Avrokning av ferðaseðlum

- Postavgreiðsla

- Telefon avgreiðsla

- Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar og eginleikar

- Góðan telduførleika

- Góð samskiftis- og samstarvsevni

- Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórhallur Halgaklett, roknskaparleiðara, á tlf. 213709 ella teldupost [email protected].


Umsókn og CV skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 18. mai 2015 og skal sendast við telduposti til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, teldupost [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder