JN

Summar Festivalurin ferðast við Twisted Sister

...

2015-07-11 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Upptøka frá Summar Festivalinum í fjør er nú partur av konsertferð hjá Twisted Sister


Í fjør var amerikanski rockbólkurin Twisted Sister á Summar Festivalinum. Har høvdu teir eina minniliga framførslu við øllum teirra kendu sangum.

Framførslan varð ??? sum aðrar á Summar Festivalinum ??? tikin upp við sjónvarpstólum, og tragiskar umstøður hava gjørt, at hetta er seinasta dokumenteraða framførslan hjá Twisted Sister við upprunamanningini.

Í oktober í fjør doyði trummuspælarin AJ Pero brádliga, tá ið hann fekk ein hjartatilburð í bussinum hjá bólkinum Adrenaline Mob, ið hann eisini spældi við.

Á konsertunum, sum Twisted Sister hevur í summar, verður ein upptøka av trummusolo hjá AJ Pero á Summar Festivalinum brúkt í framførsluni. Hetta er fyri at heiðra teirra gamla trummuspælara, sum doyði alt ov ungur.

Twisted Sister hevur fingið hesar upptøkur frá Summar Festivalinum, og harvið kann sigast, at Summar Festivalurin ferðast víða saman við Twisted Sister í hesum døgum. Twisted Sister hava havt ella skulu hava konsertir í eitt nú USA, Ungarn, Danmark, Noregi, Slovakia, Spania og Svøríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder