Fyri triðja árið á rað skipar Bóltfelagið B36 í summar fyri Summar Cup í fótbóltið fyri børn og ung. Men sum nakað nýtt, so skiftur kappingin navn til Intersport Summar Cup.
- Vit gleðast um, at Intersport á hendan hátt ynskir at vera við at tryggja børnum og ungum ein góðan fótbóltsdag, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari hjá B36.
Kappingin verður leygardagin 9. juli 2016 og verður hon fyri aldursbólkarnar U6 til U14, og sjálvandi bæði gentur og dreingir.
Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.
Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til ein landsdyst í heyst, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Vinningur verður eisini latin til tað liðið, ið skorar flest mál í hvørjum aldursbólki.
Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum.
Tilmeldingin byrjar 1. mars 2016 á heimasíðuni www.summarcup.fo og sum nakað nýtt, so verður bjóða tilmelding fyri serprís til tey, ið hava melda til áðrenn 30. apríl 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald