2016-10-30 15:30
Tað er ikki altíð at tað er so nógv at siga um eina Einkultstartskapping. Súkklarin og klokkan, og dagsformurin er sera umráðandi.
Teinurin, ið verður koyrdur er eisini av stórum týdningini.Teinurin í gjár var sermerktur á tann hátt, at rutan var alt annað enn fløt, sum einkultstartir ofta eru. Og rutan gekk ígjøgnum fleiri rundkoyringar, og gjøgnum alla ferðsluna, ið er ein leygardag í Havn. Hetta ávirkaði sjálvandi úrslitið - onkran meira enn annan.
Rutan gekk frá Vágsbotn, eftir Strond, eftir Ringvegnum, út í Norðasta Horn. Her bleiv vent, og so varð koyrt sama veg aftur til miðbýtin, til Vágsbotn, til Nólsoyar Páll, har startur og mál var.
Vit hava fyrr tosað um menningina hjá Jan Hjaltalin Olsen. Formurin er góður, og vektin fín til øll fjøllini og brekkurnar í Føroyum. Jan var væl koyrandi ígjár, og tað bleiv til eitt 2. pláss hjá honum.
Hilmar Hansen er komin ígongd aftur, og tað er sjálvandi at gleðast um. Hann gjørdist numar trý. Men hørð kapping var um triðjaplássið, tí Jóanis Albert Nielsen, sum eisini hevur sett seg á súkkluna aftur, var bert 9 sekundir eftir Hilmar.
Tóri Thorleifsson var aftur við ígjár. Ferðin var góð, men hann visti ikki betur, enn at vendast skuldi millum Horna! Sama gjørdi Sámal Petur Danielsen, og hvørgin fekk tí stig í gjár. Ergriligt, men tað er ein partur av "game´inum" at kanna rutu, vind, ferðslu, vandar o.a. áðrenn startin.
Næsta kapping verður 20. novembur. Verða veðurguðarnir aftur við okkum tá, so gongur leiðin um Oyggjarvegin tá kappast verður í 42 km einkultstarti. Kappingin byrjar kl. 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald