TSF.fo skrivar:
Sum "finala" á venjingarleguni bleiv skipað fyri einum einkultstarti. Kappingin var samstundis fjórða av fimm einkultstartskappingum í GIANT Várkappingini 2017.
Hóast sera, sera, sera gott veður var uppmøtingin so sum so. Fimm mans stillaðu upp. Harav høvdu tríggir luttikið á venjingarleguni sum TSF skipaði fyri í vikuskiftinum.
??tlanin var, at luttakararnir skuldu kappast í Suðuroy, har venjingarlegan eftir ætlan skuldi vera. Ístaðin bleiv venjingarlega og kapping flutt longur norður.
Kappast var í Havn, og kappast var á teininum millum Rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu og rundkoyringina við Skansan. Eitt umfar er 6 km, og súkklarar skuldu í dag koyra 24 km einkultstart, altso fýra ferð eftir Ringvegnum og Yviri við Strond.
Spenningur var undan kappingini um nú venjingarlegan fór at ávirka úrslitið, eftirsum nakrir av luttakarunum høvdu súkklað alt vikuskiftið á tamb.
Tað merktiskt at fýra venjingar høvdu verið frammanundan kappingini sunnukvøldið, men hóast tað so megnaðu bæði Jan Hjaltalin Olsen og Gunnar Dahl-Olsen at koyra eina heilt góða tíð. Teir brúktu ávikavist 41 minuttir og 25 sekund og 39 minittir og 45 sekund um teir 24 kilometrarnar.
Tó skal sigast at stutt var aftur til triðjaplássið. Tað var rættiliga tætt millum Jóanis Albert Nielsen og Jan, og bert 12 sekund skilti hesar ungu og sterku súkklarar.
Vinnaratíðin var 39 minuttir og 45 sekund og tað gevur eina meðalferð á umleið 37 km/t.
- Havi megnað at koyrt fleiri kappingar við væl hægri meðalferð, men hetta er heilt ókey tá hugsað verður um, at vit hava vant hart alt vikuskiftið á tamb. Beinini vóru troytt og tað var fitt av vindi í dag, segði ein troyttur og nøgdur Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina.
??rslitið, 24 km Einkultstartur:
1. Gunnar Dahl-Olsen, 39 minuttir 45 sekund
2. Jan Hjaltalin Olsen, 41.25
3. Jóanis Albert Nielsen, 41.37
4. Áslakkur Nesá, 42.46
5. Tóri Thorleifsson, 47.02
Samlaða úrslitið av GIANT Várkappingini 2017 sæst í viðheftu fílu.
Næsta kapping sum TSF skipar fyri verður Landavegsúkkling. Tá verður kappast á Sandoynni. Kappingin verður komandi leygardag, tvs. leygardagin 13. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald