Ítróttur

Súkkling: FM 2015 - Torkil gjørdist trífalt FM vinnari

...

2015-08-16 23:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í døgunum frá 13. til 15. august skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í landavegsúkkling. Kappast bleiv dag um dag og burtursæð frá hósdegnum, bleiv kappast í fagrasta veðri.

Hódagin bleiv kappast í landavegsúkkling, fríggjadagin í einkultstarti og leygardagin í býarsúkkling. Ongin ivi var um hvør sterkasti súkklarin var, og allar dagar var sigurin hjá Torkil Veyhe sannførandi. Ongini kundi bjóða honum av, og ongin megnaði at halda hjólið tá hann setti ferð á súkkluna.

Tað er ikki heldur ikki so undarligt, eftirsum Torkil dagliga koyrur í besti deildini í Danmark, har hann lesur og býr.

Serliga áhugavert var úrslitið í Vágunum, tá kappast varð í einkultstarti. Koyrt bleiv 30 km framvið Leitisvatni, koyrt bleiv tríggjar ferðir millum FK í Miðvági og Flogvøllin.

Meðalferðin hjá Torkil var 43 km/t, og tað er rættiliga gott tá hugsað verður um, at súkklarin skal heilt niður í ferð hvørja ferð vendast skuldi.

Gunnar Dahl-Olsen fekk vann trý silvurheiðursmerki og Sigmund Olsson tvey bronsuheiðursmerki. Jóanis Albert Nielsen, ið luttók á føroyska súkklulandsliðnum á Jersey fyrr í summar, luttók bara fríggjadagin, tá kappast varð í einkultstarti. Tað bleiv til eitt triðjapláss á heimavølli.

Stuttligt var at fylgja motiónsbólkinum eftirsum sera javnt var millum teir fremstu. Rógvi Róin, Jan Hjaltalin, Kjartan Egholm og Jógvan Lorenzen vóru javnir í styrki. Teir skiftust eisini um at vinna. Rógvi vann einkultstartin, Jan landavegsúkklingina og Jógvan býarsúkklingina.

Tvær systrar bjóðaðu hvør øðrum av, og vóru tað vestmannasystrarnar Birita og Svanna Poulsen, sum nú báðar eru farnar at súkkla.

Birita luttók ikki hósdagin, men var við fríggja- og leygardagin. Birita hevur vant súkkling nakað longri enn Svanna, og tað sást kanska aftur í einkultstartinum, tá Birita vann við umleið fýra minuttum. Men báðar vóru stinnar og spennandi verður at fylgja teimum næstu árini. Kanska fara tær at umboða Føroyar í Gotlandi? Livst so spyrst.

Føroyska súkkluárið endar við FM, og hetta vóru tí seinastu kappingarnar í ár, tað skrivar www.tsf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder