2015-08-14 15:15
Sambært kappingarkalendarinum hjá TSF, so skuldi tær tríggjar FM kappingarnar í landavegsúkkling verða miðan septembur, men orsaka av at tá eru fleiri av okkara sterkastu súkklarum farnir av landinum aftur, so verður kappingarnar fluttar ein mánað fram, t.e. í døgunum frá 13. til 15. august.
Kappast verður soleiðis:
Hósdagin 13. august: Landavegsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Kappingin byrjar kl. 18.00. Teinurin er uml. 80 km.
Fríggjadagin 14. august: 30 km einkultstartur. Startur og mál verður við FK í Miðvági. Kappingin byrjar kl. 18.00.
Leygardagin 15. august: Býarsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Koyrt verður 45 minuttir pluss 2 umfør. Kappingin byrjar kl. 16.00.
Unglingar, kvinnur og motionistar hava eisini møguleika at kappast um FM heitið. Koyrt verður á somu teinum, men nakað styttri.
Kelda: tsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald