Ítróttur

Súkkling: Dávur vann 2. umfar av Vetraplúmm

...

2015-12-21 17:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin skipaði fjallasúkklufelagið fyri kapping. Fyrstur um málstrikuna gjørdist Dávur Magnussen.

Tíðindaskriv:

Sunnudagin skipaði Fjallasúkklufelagið fyri 2. umfari av Vetraplúmm 2015/2016. Koyrt bleiv á økinum kring Svartafoss, og koyrt bleiv í 1 tíma. Vísti klokkan 59.30, so skuldi súkklararnir út á enn eitt umfar. Mál og startur var við víkiplássið við Svartafoss.

Seks mans stillaðu upp til start. Tað bleiv lagt hart út, og skjótt slitnaði feltið, og Hilmar Hansen, Jógvan Højgaard og Dávur Magnussen koyrdu undan hinum kappingarneytunum.

Hesir tríggir fylgdust nær um alla kappingina. Móti endanum av kappingini bleiv ferðin sett upp, og Hilmar og Dávur megnaðu tá at koyra frá Jógvan Højgaard, men ikki meira enn so, at bara 10 sekundir vóru millum báðir teir fremstu og Jógvan.

Spenningur var til síðsta sekund. Stutt var frá brøttu gøtuni niðan á vegin undir Svartafossi og so niðan á málið, og pláss var bara til ein súkklara á smølu gøtuni.

Hilmar Hansen var fyrstur niðan gøtuna, men við einum sera góðum endaspurti eydnaðist tað Dávur Magnussen at koma framvið Hilmari og sostatt vinna kappingina.

Dávur Magnussen

Dávur kenna vit mest frá landavegsúkkling, og hevur Dávur síðan hann saman við føroyska súkklulandsliðnum vann bronsu í einkultstarti á Jersey í summar, ment seg nógv. Væl hevur gingist honum í landavegkappingum í Danmark.

- Hetta er bert kanska onnur ella triðja fjallasúkklukappingin Dávur luttekur í, og ta ger tí sigurin hjá Dávur Magnussen enn størri, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina. Kann ímynda mær at Helgi W. Olsen ikki heldur at hendan rutan er teknisk trupul, men er man óroyndur í fjallasúkkling, ja so eru vóru fleiri passagur á rutuni, sum vóru truplar at súkkla ígjøgnum.

Styrkin og miðvísa venjingin seinastu mánaðirnar førdi so við sær, at tað var hann, ið endaði ovast á sigurspallinum.

Í Vetraplúmm fjallasúkklukappingini eru seks umfør. Hetta var sum sagt 2. umfar av kappingini. Tann súkklari sum hevur fægst stig tá kappingin er liðug, verður samanlagdur vinnari. Vinnarin fær 1 stig, nummar tvey fær 2 stig o.s.fr.

Eftir 2. umfar liggur Hilmar Hansen fremst. Hilmar hevur 3 stig.

??rslit, 2. umfar av Vetraplúmm:

Nr. Navn Stig

1 Dávur Magnussen 1

2 Hilmar Hansen 2

3 Jógvan Højgaard 3

4 Sigmund Olsson 4

5 Gunnar Dahl-Olsen 5

6 Henrik Kølleskov 6

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder