2014-11-19 21:00
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag bjóðar til almennan kjakfund í Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu hóskvøldið 20.november kl. 19.30.
Fyrsta evnið á skránni er framtíðar føroyski fólkaskúlin. Gunvør Balle leggur fram hugsjónir Tjóðveldis um fólkaskúlan, og síðani verður lagt upp til spurningar og kjak.
Eftir stuttan kaffisteðg hevur Høgni Hoydal eina framløgu undir heitinum "Hvussu fáa vit fullveldisneistan at tendra í samfelagnum" og eftir hetta verður eisini høvið at spyrja og kjakast.
??ll er hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald