
Í sambandi við almennu umrøðuna um, at eingin olja í løtuni verður flutt til suðuroyar, skulu suðuroyingar ikki stúra. Nokk av olju er til í oynni. Tó so, um støðan ikki broytist innan fleiri dagar, verður tørvur á at flyta diesel suður um fjørð.
Støðan er tann, at Effo hevur stórar goymslur av gassolju og bensini á Drelnesi. Nokk er til av gassolju, ið m.a. húsarhald og skip nýta, og nokk er til av bensini. Hesir oljuúrdráttir verða javnan beinleiðis fluttir við skipi frá útlondum til goymsluna á Drelnesi.
Tó er eingin størri goymsla av diesel í oynni, men einans goymslurnar á støðunum kring oynna. Støðan er ikki hættislig enn, men um diesel ikki verður flutt suður um fjørðin í fleiri dagar, kann tað skapa avbjóðingar.
Arbeitt verður við málinum og ein loysn tykist at vera í eygsjón, so alt tíðir uppá at málið verður loyst í góðari tíð, sigur EFFO í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald