Eftir 4 ár í løgtinginum, havi eg tikið avgerð um at bjóða meg fram aftur sum valevnið fyri Javnaðarflokkin til komandi løgtingaval og tað skal vera mín vón, at Javnaðarflokkurin verður partur av samgongu eftir 1. september.
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at míni fremstu áhugamál eru Suðuroynni at frama. Eg vil arbeiða fyri, at eisini Suðuroyggin fær ágóða av tí vøkstri, ið er í samfelagnum í dag. Høvuðsmál míni, um lív skal vera Suðuroynni lagað, eru:
1. Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi skal undir ongum umstøðum latast aftur, so longi fast samband ikki er til meginlandið.
2. Smyril, ið er lívsæðrin hjá Suðuroyingum, skal sigla tríggjar túrar um dagin hvønn dag, so at vinnulívið og ferðavinnan í oynni fáa betri treytir at virka undir.
3. Haldast skal fast við raðfestingina av Hvalbiartunnlinum og tunnil til Fámjins skal raðfestast.
4. Nú má og skal Eftirskúlin í Suðuroynni blíva til veruleika.
Vísa tit mær tað álit at velja meg inn á Løgting aftur, eru hesi høvuðsáhugamálini, ið eg vil arbeiða fyri, umframt nógv annað gott, ið Javnaðarflokkurin stendur fyri.
Farið á val 1. September og veljið ein sterkan Javnaðarflokk á ting.
Kristin Michelsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald