Vinna

Suðuroyar Sparikassi í samstarv við Flex Funding

...

2016-01-05 19:25 Author image
placeholder

Tíðindaskriv 5. januar 2016 ??? Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi í samstarv við Flex Funding

Sum fyrsti norðurlendski peningastovnur fer Suðuroyar Sparikassi nú at bjóða vinnukundum lán gjøgnum crowdfunding. Hetta í samstarvi við danska felagið Flex Funding, sum fíggingarmaðurin Henrik Vad stendur aftanfyri.

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, sær stórar møguleikar í hesum nýggja samstarvinum.

???Suðuroyar Sparikassi kann við hesum samstarvi víðka munandi um sín marknaðarpart fyri vinnulánum. Harafturat kunnu vit halda fast við innlánskundarnar, og hava møguleikar at fáa enn fleiri kundar, samstundis sum vit kunnu bjóða privatum og vinnuligum íleggjarum eitt heilt nýtt og spennandi tilboð at lána beinleiðis til fyritøkur???, sigur Søren Lünell Bruhn.

Søren Lünell Bruhn sigur víðari, at Suðuroyar Sparikassi fer at bjóða vinnukundunum samansett lán, har sparikassin fíggjar í mesta lagi 25 prosent av upphæddini, meðan talgildi pallurin hjá Flex Funding bjóðar restina út.

???Talan er um eitt satt gjøgnumbrot í Skandinaviu fyri crowdfunding. Hetta er fyrstu ferð, at talan er um eitt beinleiðis samband við ein peningastovn, og eg eri vísur í, at hetta bert er byrjanin til, at enn fleiri skandinaviskar fyritøkur aftur fáa betri atgongd til kappingarfør lán, sum kann stimbra teirra framtíðar vøkstur???, sigur Henrik Vad.

Talgildi pallurin hjá Flex Funding virkar á tann hátt, at fyritøkur kunnu lána úr kr. 200.000 til eina fasta og kappingarføra rentu við afturgjaldstíð úr seks mánaðum til tíggju ár. Peningurin kemur frá privatum og vinnuligum lánveitarum, sum við at lána fyritøkum pening, kunna fáa eina betri rentu í mun til søguliga lágu innlánsrentuna, sum peningastovnarnir hava latið hesi seinastu árini.

Samstarvið millum Suðuroyar Sparikassa og Flex Funding merkir eisini, at danskir íleggjarar nú fáa møguleika fyri at veita føroyskum fyritøkum lán, eins og føroyskir íleggjarar fáa møguleika fyri at veita donskum fyritøkum lán.

Henrik Vad sigur, at samstarvið er eitt sonevnt ???white label???-samstarv. Tað merkir, at kundarnir knýta seg beinleiðis á talgilda pallin hjá Flex Funding umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa.

???Vit hava tillaga skipanina til føroysk viðurskiftir, t.d. P-tøl, V-tøl, postnummur, lánsavtalur, tinglýsing v.m. Við hesum verður Suðuroyar Sparikassi hin fyrsti sum bjóðar føroyingum crowdfunding???, sigur Henrik Vad.

Samstarvið millum Flex Funding og Suðuroyar Sparikassa er treyta av formligari góðkenning frá Fíggjareftirlitinum. Væntandi verður hesin nýggi lánimøguleiki klárur í fyrsta ársfjóðringi 2016.

Meira fæst at vita frá Søren Lünell Bruhn, fartel. +298 239872

Henrik Vad, fartel. +45 26 88 89 00



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder