Ítróttur

Suðuroyar Sparikassi høvuðssponsor hjá SuSvim

...

2015-11-15 01:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Suðuroyar Sparikassi og Suðuroyar Svimjifelag hava gjørt eina trý ára sponsoravtalu.

"Vit í SuSvim eru sera fegin um at vit nú hava fingið Suðuroyar Sparikassa sum okkara høvuðssponsor, og at sparikassin vil vera við í menningini av SuSvim."

???Suðuroyar Sparikassi er fegin um avtaluna við svimjifelagið í suðri. SuSvim er eitt felag við nógvum evnaríkum svimjarum, har nýhugsan og áræði hava givið góð úrslit, bæði í Føroyum og úti í heimi. Við tí tilboði SuSvim bjóðar, so er SuSvim eisini við til at skapa trivnað og gleði í allari oynni. Suðuroyar Sparikassi, sum hevur sítt høvuðssæti í Suðri, er errin av at kunna stuðla uppundir tí jaligu menningini hjá SuSvim.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder