Politikkur

Suðuroyar Fólkafloksfelag trý valevni

...

2015-08-16 02:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Suðuroyar Fólkafloksfelag hevur avgjørt at uppstilla Jacob Vestergaard, Mortan T. Vang og Trúgva Gudmundarson.

Jacob Vestergaard hevur mestsum útí eitt sitið í Landsstýrinum síðani 2003. Jacob hevur verið Landsstýrismaður í fiskivinnumálum og innlendismálum. Umframt hetta hevur hann verið Borgarstjóri í Sumbiar Kommunu í 10 ár ??? frá 1993 til 2003.

Tað er fyrstu ferð, at Trúgvi Gudmundarson stillar upp til Løgtingið. Trúgvi hevur sitið sum borgarstjóri í Hvalbiar Kommunu frá 2008-2015.

Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at Mortan T. Vang stillar upp til Løgtingið. Mortan stillaði upp til kommunal valið í 2012, men var akkurát ov stuttur at verða valdur í Tvøroyrar Býráð.

Suðuroyar Fólkafloksfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder