Politikkur

SU limir taka frástøðu

...

2015-09-16 17:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá tú bjóðar teg fram sum flokkur at stjórna einum landi, er umráðandi, at tú hevur dirvið og hugsjónir, sum vísa hvat fyri samfelag, tú ynskir at skapa. Tíverri valdi Javnaðarflokkurin enn einaferð at boyggja seg fyri teimum, sum ikki vilja, at allir borgarar skulu javnsetast. Enn einaferð var?? politikkurin lagaður eftir snævurskygdu hugburðinum hjá nøkrum fáum.

Vit eru ógvuliga vónbrotin av Javnaðarflokkinum fyri ikki at vísa í verki, hvat javnaðarhugsjónin veruliga snýr seg um. Nemliga at tryggja øllum samfelagsborgarum góð, virðilig og javnsett kor. Tað hevði tænt flokkinum og hugsjónini, at vit gingu á odda í stríðnum fyri at tryggja javnsetan í hjúnarbandslógini. Um vit sum javnaðarfólk ikki í felag vísa brøðralag við minnilutarnar í samfelagnum og tryggja teimum somu rættindi sum onnur í samfelagnum, hvør skal so gera tað?

Umframt hetta, eru vit serstakliga hørm um ta viðferð, Sonja Jógvansdóttir hevur fingið í Javnaðarflokkinum. Tað er fulkomiliga óhoyrt, at ein politikkari, ið hevur fingið yvir 1000 persónligar atkvøður, verður settur uttanfyri ávirkan. Tað er at halda veljaran fyri gjøldur.

Tað hevði ikki kosta?? nakað, at nevnt borgarliga vígslu í samgonguskjalinum. Ein hevði enntá kunna?? nevnt borgarliga vígslu av samkyndum, og samstundis loyvt løgtingsfólki at atkvø??a eftir egnari sannføring. Ístaðin hava samgonguflokkarnir valt at senda eitt statement við at strika borgarliga vígslu úr samgonguskjalinum. Vit vilja ikki longur vera partur av einum flokki, sum ikki tekur neyðugu uppgerðina við homofobisku hugsanirnar, sum ávísir politikkarar leggja fyri dagin, og sum binda flokkin niður, so hann ikki eins og í øðrum málum fær tikið eina felags støðu.

Javnaðarflokkurin heitti á Sonju um at stilla upp, og flokkurin hevur vunnið nógvar atkvøður við at loyva henni framat. Atkvøður, ið møguliga ikki annars høvdu fari?? til Javnaðarflokkin.

Vit vóru vónrík valnáttina og sóu fyri okkum, at nú var tíðin endiliga komin, har homofobarnar høvdu mist takið. Men vit síggja í dag, at so er tíverri ikki. Tí enn er tað teir, sum seta dagskránna í Javnaðarflokkinum, tá tað kemur til rættindi hjá samkyndum.

Vit hava tí tikið avgerð um, at vit ikki longur eru partur av flokkinum. Vit kenna ikki, at javna??arhugsjónin verður umboðað soleiðis, sum hon eigur og skal í einum Javnaðarflokki.

Vi?? javna??arkvø??u,

Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna

Barbara Gaardlykke Apol, kassameistari

Katrin Jógvansdóttir, limur

Gu??ri?? Gu??jónsson, limur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder