Annika Olsen, varaløgmaður og norðurlanda samstarvsmálaráðharri, hevði í gjár, mánadagin 26. mai, fund við Ewa Björling, svenskur handils- og norðurlendskur samstarvsmálaráðharri.
Annika Olsen tók ímóti í Tinganesi, har fundurin varð hildin.
Við á fundinum vóru umframt sendifólk, Inga Eriksson Fogh og Magnus Holm, eisini ein svensk vinnusendinevnd umboðandi tíggju stórar svenskar fyritøkur.
Millum fyritøkurnar teljast Fiskarföreningen Norden, NCC, NIBE, Orkla Foods Sverige, Saab, SEB og Volvo.
Á fundinum umrøddu tær millum annað møguleikar fyri øktum samstarvi innan fíggingarvirksemi eitt nú í orku- og kervisútbyggingum, nýhugsanir innan norðurlendska samstarvið, samstarv innan e-handil, og hvussu marknaforðingar kunnu beinast av vegnum.
Í hesum sambandi tók Annika Olsen málið upp um boykottið hjá ES, sum er størsta vinnuliga marknaforðingin hjá føroyskum vinnulívi.
Annika Olsen segði eftir fundin í Tinganesi:
???Talan var um ein sera positivan fund, har partarnar vóru sinnaðir at loysa avbjóðingar hjá londunum báðum. Fundurin var søguligur við so breiðari umboðan av svenskum vinnufyritøkum, sum eisini ber boð um gott og konstruktivt samstarv millum Svøríki og Føroyar.???
Eftir fundin var almennur døgurði í Kirkjubø.
Í dag fer Ewa Björling m.a. at seta Javnstøðuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, umframt at hon saman við sendinevndini luttekur á Vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum.
Seinnapartin vitjar ráðharrin m.a. í Løgtinginum, har hon hevur fund við norðurlandaráðslimirnar og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.
Kelda: tinganes.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald