Tíðindaskriv 31. august 2016 ??? Demich P/f
Stuttskygni eyðkennir
víðari útbygging av fjarhitaskipan
Tað gevur á ongan hátt meining at víðariútbyggja fjarhitaskipanina í Tórshavnar
kommunu til eisini at fevna um vesturbýin og Argir. Heldur átti Fjarhitafelagið
at brúkt sína orku til at fremja ætlanir sínar í eystara og norðeystara parti
av býnum, har fjarhitarørleiðingar hava ligið í mong ár, men har stórir
býarpartar framvegis ikki eru knýttir í skipanina.
Hóast skjótt 30 ár eru liðin, síðani gongd varð sett á at gera eina
fjarhitaskipan í Tórshavnar kommunu, so eru bæði Hvítanes og stórir partar av
Hoyvíkini enn ikki vorðin partur av veitingini, hóast leiðingar eru lagdar har fyri
mongum árum síðan. Tað gevur tí als onga meining at víðariútbyggja skipanina
til eisini at fevna um bæði vesturbýin, Argir og aðrar partar av kommununi.
Bæði Umhvørvisstovan, Landsverk og leiðslan á Glasir hava víst á, at jarðhiti
er tann grønasta og upp á sikt bíligasta loysnin til skúlan. Umframt at vera
munandi bíligari í rakstri, er lítið og einki CO2-útlat við eini jarðhitaskipan,
mótvegis eini fjarhitaskipan, har orkukeldan stavar frá brenning við stórum
CO2-útláti.
Ivasom veitingartrygd av fjarhita
Tað er sjálvandi einki atgjørt í at nýta ta orku, sum stavar frá eini
brennistøð ella einum streymframleiðandi oljuverki, so leingi hesi eru neyðug
fyri eitt samfelag. Trupulleikin fyri fjarhitaskipanina er, at avlopshitin frá Sundsverkinum
fer at minka burtur í lítið og einki í framtíðini, so hvørt aðrar orkukeldur
fara at vinna meira fram. Somuleiðis fær Brennistøðin á Hjalla ivaleyst minni
at brenna í framtíðini, nú globala upphitingin verður tikin í alsamt størri
álvara, og størri ljós verður sett á at fáa minka brúkið av innpakningi og
øðrum burturkasti, eins og at endurnýtslan fer at vaksa. Hetta merkir uttan
iva, at Fjarhitafelagið ??? fyri at kunna veita nóg nógvan hita til hitanetið í
framtíðini ??? verður noytt at brúka annað enn ókeypis avlopshita fyri at halda
vatnið í rørunum nóg heitt.
Havandi í huga, at SEV hevur kunngjørt eina ætlan, sum í 2030 skal gera felagið
ført fyri at veita alla sína orku frá varandi orkukeldum ??? tað eru vatn, vindur
og møgulig sjóvarorka ??? so tykist tað løgið, at orkufelagið umvegis
Fjarhitafelagið fer undir at víðariútbyggja fjarhitaorku til kanska at fevna um
allan høvuðsstaðin. Á sama hátt kann ein undrast yvir, at kommunan í eini tíð,
har endurnýtsla alsamt vindur upp á seg, setir sítt álit á eina brennistøð sum
hitaveitara til allan býin.
Føroyskt búmynstur illa egnað til
fjarhita
Sambært Umhvørvisstovuni er tapið yvir ein triðing, tá vindorka frá
elnetinum verður brúkt beinleiðis til upphiting í einum fjarhitaneti.
Samanborið við jarðhita er talan um, at tað skulu framleiðast fimm ferðir so
nógv vindorka, um ein bygningur skal hitast við fjarhita ístaðin fyri jarðhita.
Longu sum nú er, verður umleið 90 prosent av spillorkuni frá brennistøðini um
veturin nýtt til at hita tey økini í býnum, ið longu eru knýtt í
fjarhitaskipanina. Havandi í huga, at tey økini, sum liggja framvið
fjarhitaleiðingini, eisini verða knýtt í skipanina, sum natúrligt er, fer
brennistøðin á ongan hátt at nøkta komandi tørvin við enn fleiri økjum at veita
fjarhita til. Neyðloysnin verður sostatt at hjálpa til við streymi fyri at
megna at halda vatnið í fjarhitaveitingini nóg heitt. Ikki serliga framsíggið
og enn minni framtíðartryggjað.
Orkutørvurin á Glasir fer væntandi at svara til nýtsluna hjá umleið 60
sethúsum. Sum dømi kann nevnast, at tað umframt randarhúsini millum Gilja, sum
eru knýtt í fjarhitaskipanina, liggja umleið 60 hús í økinum, ið ikki eru knýtt
í skipanina, hóast fjarhitaleiðingar ligga beint við.
Jarðhiti nærum hundrað prosent grønur
Allar royndir aðrastaðni vísa, at fjarhitin einans er egnaður til upphiting
av stórum bygningum, íbúðarblokkum og
randarhúsum við nógvum brúkarum, ella í tættbygdum økjum. Havandi í huga
búmynstrið í Føroyum, har tað eru fáir stórir bygningar og luftalsliga langt
ímillum húskini, er skipanin rættiliga illa egnað í flestu økjum, tí orkutapið
er so stórt.
Sum Føroya størsta byggiverkælan nakrantíð eigur sjálvandi at verða skipað
soleiðis fyri, at Glasir verður eitt nýbrot innan føroyskan orkupolitikk, ið
kann snarast inn á eina grøna kós.
Sum greitt frá omanfyri, eru fyrimunirnir við jarðhita mótvegis fjarhita
ovurhondsstórir, og tí eigur Løgtingið sjálvandi at taka undir við uppskotinum
hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um at velja ta grønastu
orkuloysnina fyri Glasir.
Fakta
Jarðhiti
· Nærum onki spill í
leiðingum.
· Støðug, trygg og roynd loysn
bæði í Føroyum og uttanlands.
· Lítið og einki CO-útlát kemur
frá jarðhita í mun til fjarhita.
· Ongar rørleiðingar eru neyðugar
??? ístaðin verður verandi elnet nýtt.
· Jarðhiti sampakkar væl til framtíðarætlanirnar
hjá SEV við at knýta brúkarar til og frá eftir tørvi.
· Møguleiki er at gagnnýta spillhita frá
køliskipanum saman við jarðhita.
· Jarðhiti hevur eitt høgt nyttustig
(COP), sum ger, at el-orkan, ið verður nýtt til at framleiða somu orku sum
fjarhita, er munandi minni. Meginparturin av jarðhitaorkuni verður ístaðin
tikin úr umhvørvinum, og sostatt er talan um eina orkufleirfalding.
· Jarðhiti er ein av teimum
orkuskipanum í Føroyum, sum tøkniliga er best kannað. Jarðfeingi og svenska
stórfyritøkan Sweco hava gjørt vísindarligar kanningar og mátingar yvir fleiri
ár, sum vísa, hvussu væl skipanin virkar.
· Tey seinastu átta árini eru
yvir 200 jarðhitaloysnir settar upp í Føroyujm til sethús og størri byggningar
settar upp í Føroyum við góðum úrsliti.
· Jarðhiti hevur verið nýtt í
nógv ár í til dømis Svøríki. Eisini til stórar og orkukrevjandi bygningar
· Veðurlagið í Føroyum er væl
egnað til jarðhita, tí undirgrundin verður sjáldan serliga køld, og skipanin er
vard ímóti veðrinum, tí alt er undir jørð ella innandura.
Fjarhiti
· Keldan og sostatt fortreytin fyri at
veita fjarhita er spillorka, sum alsamt fer at minka í framtíðini.
· Orkuspillið er stórt á veg út
til brúkaran ??? heilt upp í ein triðing.
· Minni skal brennast í
framtíðini, og tí fer orkukeldan til fjarhita alsamt at minka.
· Fjarhitafelagið bjóðar sær at
útbyggja sínar veitingar til nýggj grannaløg, samstundis sum felagið ikki hevur
megnað at knýta stórar býarpartar í skipanina, har tað longu liggja
fjarhitaleiðingar.
· Við alsamt at vaksa um fjarhitanetið verður uttan
iva neyðugt at framleiða aðra orku inn á netið.
· Sambært ætlanum hjá SEV, fer
100 prosent av elframleiðsluni longu í 2030 at stava frá varandi orkukeldan, og
sostatt fer eingin avlopshiti at koma frá Sundsverkinum, sum er trygdin undir
fjarhitaskipanini í tann mun, at brennistøðin ikki megnar at veita nóg nógva
spillorku.
· Tá vindorka frá elnetinum
verður brúkt til beinleiðis upphiting í fjarhitaneti, er orkutapið yvir ein
triðing.
· Við fjarhita skal fleri ferðir so nógv orka
veitast í mun til eina jarðhitaskipan fyri at framleiða somu orkumongdir.
Demich P/f
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald