JN

Stuttleikabátur rendi á eitt sker

...

2017-07-12 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seint í gjárskvøldið boðaði ein stuttlaikabátur frá, at hann hevði rent seg fastan á eitt sker út fyri Kirkjubø. Tveir mans vóru umborð á bátinum, sum hevði lagt seg á síðuna, tað skrivar portal.fo.

Bjargingarbáturin Lív var sendur avstað av MRCC støðini í Havn, og løgreglan boðaði bóndanum í Kirkjubø frá, hann sendi eisini ein bát úr.

Báturin var fingin leysur aftur, og var síðani fingin yvir á Gomlu Rætt, har froskmenn frá Lív fóru at kanna botnin. 

Báturin hevði ongan skaða fingið, og kundi tí við egnari hjálp ??? saman við Lív ??? sigla aftur um Kirkjubønes til Havnar, skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder