Ítróttur

Stuðulstiltak til frama fyri kappróðurin hjá KÍF

...

2016-05-27 21:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 28. mai kl 14.00 verður skipað fyri einum tiltakið í kappróðrarneystinum, sum hevur til endamáls at savna øll kappróðraráhugaði til eina hugnaliga og stuttliga løtu. Fleiri bátar verða á fjørðinum og møguleiki verður at síggja nakrar av teimum legendarisku manningunum, sum hava róð fyri KÍF upp gjøgnum árini.


Tiltakið byrjar kl. 14.00 við hesum á skránni:

?????giliga manningin, sum vann FM-heitið við Kollfirðingi í 1979, tekur nøkur tøk við Kollfirðingi

???Kempurnar, sum vunnu FM-heitið við Kolli síðst í 80-unum, manna Kollfirðing og taka nøkur tøk ímóti dreingjamanningini á Kolli. Legendurnar, sum vunnu FM-heitið við Kolli 1995, bjóða eisini av í Bismark.

???Falkurin og Greivin (gomul 6-mannafør) og dreingjamanningin á Kolli rógva kapp (ca. 3-400 m). Bismark og Kollfirðingur verða helst eisini við :)

???Kvinnurnar sum róðu í ljósareyðum draktum við Kolli síðst í 80-unum, manna Kollfirðing og taka nøkur tøk ímóti gentumanningini umborð á Kolli.

???Kaffi, Køkur og bollar verður at fáa í neystinum

Møguleiki verður at stuðla gentu- og dreingjamanningini við teirra stuðulsrógving, har manningarnar, eftir tiltakið, fara at rógva ein tíma í part.

Nógv arbeiði stendur fyri framman um kappróðurin í Kollafirði skal byggjast upp til at blíva ein sterkur partur av KÍF. Neystið treingir til átrokandi ábøtur, somuleiðis sum arbeiði má leggjast í at fáa venjingarhølið og vesiviðurskiftini uppá pláss í kappróðrarneystinum. Allur stuðul er tí kærkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder