Mentan

Stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki

...

2015-12-17 14:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Politisku ungmannafeløgini fara hesi jólini at skipa fyri einari stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki.


Konsertin verður í Perluni í Tórsgøtu hóskvøldið 17. desember kl. 19.30.

Tað eru sera væl dámdir tónleikarar, sum koma at spæla: Høgni Reistrup, Signar í Homrum, Jens Marni og Elinborg Pálsdóttir.

Eisini verður søla av køkum, kaffi og ymsum øðrum góðum.

Atgongumerki fáast við dyrnar, og kosta 50 krónur. Allar inntøkur fara óskerdar til Í menniskjum góður tokki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder