Mentan

Stuðulskonsert í Skopun 2. mai

...

2015-04-24 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Størsta tiltak nakrantíð

Stuðulskonsert í Skopun 2. Mai

Heili 10 solistar og bólkar fara at framføra í Samljóð í Skopun 2. mai kl 18.00

Tiltakið endar kl. 22.00 so fólk aðrastaðani frá, sleppa av oynni afur.

Sangkrefturnar som koma til oynna at syngja eru:

Jens Lisberg, Heini Lutzen, Martin Joensen, Atlino og Blátt Gras

Tær lokalu sangkrefturnar eru: Sandoyar Manskór, Fríðbjørg Jensen, Fríðgerð Kjærbo, Gerhard og Sámal Hanne Lognberg.

??keypis kaffi/te og smákøkur verður at fáa.

Konsertin verður í tveimun, soleiðis at lutaseðlasøla verður í steðginum. Eisini verður greitt frá hjálpararbeiðinum í Moldova.

Peningurin sum kemur inn í atgongumerki verður latin sum óskerd gáva til ???Neyðhjálparbussin???. 200 kr fyri hvønn áhoyrara, børn undir 14 ár ókeypis. Sama er galdandi fyri lutaseðlasøluni, tí vinningarnir eru latnir sum stuðul.

???Neyðhjálparbussurin??? arbeiðir við at seta á stovn eitt føroyskt fíggjað heim í eini bygd í Moldova har ung skúlabørn kunnu koma 3 ferðir um vikuna, á veg heim úr skúla, at fáa sær eina góða máltíð, stuðul til skúlaheimaarbeiðið og fáa heit klæðir. Alt fíggjað av føroyingum.

Tey frá ???Neyðhjálparbussinum??? hava stuðla einum slíkum ???Suppikøki??? við sera góðum royndum í Moldova, sum er so nógv tað fátækasta og einasta U-land í Evropa.

???Neyðhjálparbussurin??? hevur sett sær fyri, at hendan hjálpin til børnini skal vera varandi og tískil verður savnað inn so at verkætlanin er fíggjað í heili 2 ár, áðrenn byrjað verður.

Tiltakið "Ein tíma um árið", sum Synergi við Ásu og Anniku skipa fyri, hevur somuleiðis til endamáls at fíggja verkætlanini. Til ber at stuðla tí átakinum við at keypa supputallerkar umvegis Facebook síðu teirra og við teirra hjálp vóna vit at røkka málinum.

Elisabeth Leo samskipar tiltakið í Skopun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder