Politikkur

Stuðulin til Barnabata hækkar í 2014

...

2013-12-04 20:42 Author image
placeholder

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur gjørt av at hækka játtanina til Barnabata við 250 tús. kr. komandi ár. Samlaða játtanin til Barnabata verður sostatt 400 tús. kr.

Landsfelagsskapurin Barnabati virkar fyri at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum í Føroyum. Barnabati rekur samstundis Tú & Eg ráðgevingina, sum hjálpir og vegleiðir børnum og ungum umvegis teldupost, kjatt og telefon, har har bæði brúkari og ráðgevi eru dulnevnd.

Seinastu fimm árini hevur Tú & Eg ráðgevingin hjálpt fleiri enn 3.000 børnum og ungum í Føroyum. Børn og ung venda sær til ráðgevingina við alskyns trupulleikum og ivamálum, m.a. kynslív, kroppur og heilsa, einsemi, sjálvskaðandi atferð, sjálvmorðstankar, happing og mangt annað. Tey, sum hava vent sær til ráðgevingina, siga, at ráðgevingin munar, stuðlar og hjálpir teimum, og tey vildu ikki verið henni fyri uttan.

Seinasta árið hevur ráðgevingin ligið meira ella minni still. Royndirnar vísa, at neyðugt er at hava løntan samskipara, saman við sjálvbodnum ráðgevum, til Tú & Eg ráðgevingina. Fíggjarligt grundarlag verður tryggjað við hækkingini.

Samstundis er annað stórmál til viðgerðar í Løgtinginum í dag. Landsstýriskvinnan fegnast um, at formansskapurin leggur fram broytingar í lógini um Løgtingsins umboðsmann, ið víðkar eftirlitið hjá Løgtingsins umboðsmann til eisini at fevna um barnaøkið.

Við hesum fáa Føroyar eitt politiskt óheft eftirlit á barnaøkinum og harvið verða rættindini hjá børnum í Føroyum tryggjað. Broytingin loysir enn eitt av kritikkpunktunum, ið víst varð á, tá Føroyar vóru til próvtøku í ST í barnarættindasáttmálanum.

Lógarbroytingin er eitt samstarv millum formansskapin og Almannamálaráðið, og hevur Almannamálaráðið tikið hædd fyri fíggingini av virkseminum í komandi fíggjarlóg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder