JN

Stuðul handaður Beranum

...

2017-11-16 21:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Stóra tøkk til tykkara, sum luttóku í fólkaheilsurenningini til Føroya vakrasta hálvmaraton. Luttøkugjaldið er nú latið óskert, sum stuðul til Beran. Stuðulin var latin Oddvør Poulsen, dagligum leiðara, í hølunum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu av umboðum fyri Frælsi Siggu Jacobsen og Sølva Simonarson.
Berin er ein hjálparfelagsskapur, ið stuðlar børnum, ungum og avvarðandi, sum hava mist ein av sínum nærmastu, við millum annað, at skipa fyri samrøðubólkum. Endamálið er, at tey, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina.
Høvi verður aftur at stuðla Beranum við at luttaka í fólkaheilsurenningini í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton 2018. Teinurin, ið gingið ella runnið verður, er av flogvøllinum til FK Miðvági. Rutan er áleið 6 km tilsamans.
Tað er ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, sum skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaraton.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder