Politikkur

Studningur til víðari lesandi og lesandi forsyrgjarar má hækkast

...

2015-08-14 00:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Familjan má hava betri kor!

Tað verður í løtuni raðfest alt ov lágt at fáa fólk í hægri lesnaði at trívast.

Eg hugsi fyrst og fremst um lesandi barnafamiljur, sum eisini noyðast at arbeiðia fyri at klára seg fíggjarliga.
Og hetta samstundis, sum tað er ein sannroynd at hægri útbúgvingar krevja meiri av tær enn eitt fulltíðarstarv.

Børn eru eingin forðing í sær sjálvum ??? men tað eru tey heilt víst í núverandi støðu fyri lesandi!

Tú kennur allarhelst onkran, sum ynskir mest av øllum at fáa sær útbúgving ella eru í fer við eina útbúgving, men av fíggjarligum orsøkum var noyddur at útseta síni ynskir um at fáa útbúgvingina.
P
engarnir røkka ikki og stundir eru ikki til at hava eitt arbeiði viðsíðinarav lesnaðinum og barnauppalingini.

Eg havi sjálvur kent hvussu hart tað er, tað seinasta árið, har eg havi lisið søgu á Fróskaparsetrinum, verið pápi at tveimum og noyddur at arbeitt aftrat hesum. Eitt gongur útyvir tað annað, og ørkymlan gerst ein dagskostur, tí ynski um at megna alt hetta í senn er eitt mál, sum ikki kann røkkast.

Eg ynski at vera ein rødd fyri øll tykkum, sum kenna til hetta.
Vit kunnu og mugu broyta hetta! At betra um korini hjá lesandi barnafamiljum er ikki bara gott fyri barnafamiljurnar ??? tað er sjálvsagt eisini ein ágóði fyri samfelagið at fáa (ungar) barnafamiljur, og samstundis fáa útbúgvið fólk, at trívast og støðast í Føroyum.

Føroyar er næstan líka væl fyri fíggjarliga sum Danmark, og hava nógv minni lesandi at stuðla

Talið av lesandi Føroyingum, sum taka hægri útbúgving, er uml. 5 % av fólkatalinum. Tó er størsti parturin av hesum - uml. 1600 fólk, ella 3,2 % av fólkatalinum - lesandi í útlondum og fáa tí studningin frá Danmark (SU). Restin av Føroyskum lesandi, sum taka hægri útbúgving, ??? uml. 900 fólk, ella 1,8 % av fólkatalinum - lesa í Føroyum og fáa tí studning frá Føroyum (Studna).
Í Danmark er talið av víðari lesandi, sum fáa stuðul úr danmark yvir 4 % av fólkatalinum.
Tað vil siga, at Danmark gevur studning til lutfallsliga meiri enn dupult so nógv lesandi!

Aftrat hesum, er støðan tann at Føroyar er næstan líka væl fyri fíggjarliga, sum Danmark.
Bruttotjóðarúrtøkan uppá fólkið er næstan tað sama í Føroym, sum í Danmark. Tey seinastu tølini vit hava, sum eru frá 2013, vísa at bruttotjóðarúrtøkan í Føroyum var kr. 305.017 uppá fólkið, og í Danmark var talið kr. 324.154.

Føroyar brúkar tí snøkt sagt ótrúliga lítið til studning, í mun til Danmark, og hetta kundi tí blivið raðfest nógv hægri!

Og tó er studningurin nógv lægri í Føroyum enn í Danmark.

Hetta haldi eg eigur at fáa okkum at steðga á eina løtu, anda djúpt og undrast yvir støðuna.
Tá ið hugsa verður um, at vit eru næstan líka væl fyri sum Danmark, og hava lutfallsliga minni enn helvtina av lesandi at gjalda út til, so haldi eg vit eiga at undrast yvir hvussu stórur munur er á studninginum í Føroyum og Danmark.

Í Føroyum fært tú 3.642 kr. um mánaðin, um tú ert víðari lesandi, 966 kr. í barnastudningi pr. barn (1.532 kr. um tú ert einligur forsyrgjari at einum ella fleiri børnum).
Í Danmark fært tú 5.903 kr. um mánaðin, um tú ert víðari lesandi, 2.358 kr í barnastudningi pr. barn (5.903 kr. um tú ert einligur forsyrgjari at einum ella fleiri børnum) ??? áðrenn skattur er drigin av.

Niðanfyri havi eg gjørt tríggjar ritmyndir, sum vísa munin á studningunum, við at samanbera studningin í Føroyum og Danmark, eftir at skattur er drigin frá, uttan at taka aðrar ískoytisstuðulsskipanir við, sum Danmark (SU) annars gevur aftrat hesum.

Eg ynski og vóni, at eg kann vera ein rødd fyri teg, sum kennir til hetta sjálv/ur.
Eg ynski at arbeiða fyri at studningurin verður raðfestur hægri, soleiðis at korini í Føroyum hjá lesandi foreldrum og lesandi á hægri útbúgvingum vera munandi betri!

Gott val :)

Vinaliga

Rasmus Hammer, valevnið fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder