Ítróttur

Stroymið heimsins besta hondbólt

...

2016-01-24 22:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Nógvir føroyingar fylgja við EM í hondbólti, sum er í Polen í løtuni. Kappingin er komin til millumrundina og kappingin um hálvfinaluplássini er beinhørð. Her er talan um heimsins besta hondbólt og hava vit higartil sæð sera nógvar og tættar og góðar dystir.

Ymiskt er hvussu fólk fylgja við. Dystir kunnu síggjast á sjónvarpsrásum, sum nógvir føroyingar hava, m.a. TV2 og RUV. TV2 vísir bert dystirnar hjá Danmark, meðan RUV vísir útvaldar dystir, nú Íslands er úti úr kappingini. Eisini ber til at stroyma dystirnar á heimasíðuni hjá EHF. Her verða allir dystirnir vístir:http://www.ehftv.com/int

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder