2021-06-21 18:20
Fakfeløgini, sum fyrireikaðu stríðsstig fyri at móttmæla lógaruppskotinum um serlig undantøk í einum verkfalli, halda ikki, at stríðið er av, sjálvt um lógaruppskotið í sambandi við verkfallið hjá námsfrøðingunum er tikið aftur.
Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einum nýggjum lógaruppskoti, sum skal avmarka rættin til verkfall í eini fakligari ósemju.
Fakfeløgini ætla ikki at lata sær hetta lynda. Rætturin til verkfall er so grundleggjandi, at eitt løgting ikki bara kann lóggeva hann frá fakfelagsrørsluni.
Fakfeløgini fara nú at viðgera, hvussu fakfeløgini skulu svara aftur, um landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, ger álvara av hóttanini um eina lóg, sum avmarkar verkfalsrættin.
Fakfeløgini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald