Vinna

Streymmátari flotnaður norðanfyri

...

2015-10-22 17:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Havstovan skrivar:

Týsmorgunin 13. oktobur fekk Havstovan boð um, at ein streymmátari var flotnaður norðanfyri. Magnus Heinason lá í Havn, men skuldi eftir ætlan á merkingartúr mikukvøldið. Tískil lá væl fyri hjá teimum at taka mátaran upp, tá tað var blivið ljóst hósdagin. Streymmátarin var tá rikin nakað eystureftir, men varð tikin upp í øllum góðum.

 

Hesin streymmátarin varð lagdur út á sumri 2012 saman við 8 øðrum mátarum. Á sumri 2013 var ætlanin at taka mátararnar uppaftur, men einans 7 komu upp ??? hesin, sum lá norðanfyri og ein, sum lá í Bankarennuni, fingust ikki upp. Í desember flotnaði mátarin í Bankarennuni (sí tíðindi Streymmátari flotnaður), og nú flotnaði so hesin eisini. Hesin mátarin hevði eina langa fortoying við einum minni streymmátara, útloysara og fleiri smáum boyum á ??? sí mynd niðanfyri. Vit vóru tískil spent at vita, hvar fortoyningin var slitnað. Tíbetur vísti tað seg, at eitt ketulið niðast á fortoyningini var rustað av, og tískil fingu vit alla útgerðina aftur. ??tloysarin, tað er tólið, sum skal sleppa loddinum, virkaði tó ikki sum ætlað og hevur møguliga likið.

 

Mynd: Tekning, sum vísir hvussu fortoyningin var sett saman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder