Leygardagin 29. novembur flotnaði ein streymmátari í Bankarennuni og hann hevur síðan rikið hagar streymur og vindur hava ført hann. Tíbetur lagaði tað seg soleiðis, at hann rak inn á Norðhavið, og fríggjadagin 5. desembur var Brimil norðanfyri og tók mátaran upp fyri Havstovuna.
Havstovan legði hendan mátaran út á sumri 2012. Vanliga fer Magnus Heinason út og tekur mátararnar upp árið eftir, men av og á eru ymisk teknisk brek, sum gera, at mátararnir ikki fáast uppaftur, sum ætlað. Á sumri 2013 fingu vit t.d. einans 7 av 9 mátarum aftur ??? tveir mátarar manglaðu. Men nú er so annar teirra flotnaður ??? helst tí at onkur keta er rustað av.
Tá ein streymmátari losnar og kemur upp til vatnskorpuna, fer ein satelittsendari, sum er festur á boyuna, at senda. Umleið eina ferð um tíman verður knattstøðan hjá boyuni send til eina móttøkustøð í Fraklandi, sum so sendir ávaring víðari til eigaran av boyuni. Sostatt fær Havstovan beinanvegin boð, tá ein streymmátari flotnar av sær sjálvum, og tað ber eisini til hjá Havstovuni at fylgja við, hvussu streymmátarin rekur.
Í juni flotnaði t.d. ein mátari einans 2 vikur eftir at hann var lagdur út. Ta ferðina var Magnus Heinason staddur stutt frá mátaranum. Harafturat vóru veðurlíkindini avbera góð, og tí lá væl fyri hjá Magnusi Heinasyni at taka tann mátaran upp. Í hesum døgum verður motorurin á Magnusi Heinasyni klassaður, og tí bar ikki til hjá honum at fara eftir mátaranum. Havstovan heitti tí á Vørn um at senda Brimil eftir mátaranum. Vegna vánalig veðurlíkindi varð ikki farið at leita beinanvegin, men fríggjadagin var veðrið batnað so mikið, at umstøður vóru at taka mátaran upp. Harafturat fleyt mátarin tá stutt norðan fyri Føroyar, og tí bar væl til hjá Brimli at fara eftir honum. Brimil fann mátaran eftir at hava leitað eina løtu og fór síðan á Kollafjørð við honum. Myndir frá Brimli eru at finna á heimasíðuni hjá Vørn (www.vorn.fo)
Hesin streymmátarin hevur mátað streymin í Bankarennuni síðani juni 2012 og inniheldur virðismikil data fyri tíðarskeiðið juni 2012 ??? maj 2013. Havstovan takkar tí Vørn og skipara og manning á Brimli fyri hjálpina, tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald