Vinna

Streymmátarar tiknir upp

...

2019-05-29 06:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hav.fo:Mikudagin í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av hydrografitúri.

Túrurin byrjaði vestanfyri, har tvær fortoyingar vórðu tiknar upp. Seinni á túrinum blivu tríggjar fortoyingar tiknar upp norðanfyri, og ein fortoying og ein ramma blivu tiknar upp á Fugloyartunguni. Hesar fortoyingar hava allar streymmátarar og aðra mátiútgerð á sær, og endamálið við teimum er at máta rákið í Føroyastreyminum, og hvussu stórur partur av tí fer inn í Hetlandsrennuna, eins og at tað djúpa rákið í Bankarennuni verður mátað.

Á túrinum vórðu eisini data lisin (akkustiskt) úr einum hitamátara á botni, og tveir hydrografiskir skurðir blivu tiknir: ??r Nolsoy til Hetlands, og longri suðuri í Hetlandsrennuni og inn á Munkagrunnin.

Hesin túrur er partur av verkætlanini FARMON II, sum Havstovan stendur fyri við fígging frá Energistyrelsen í Danmark.

Les alla túrfrágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder