H71-StÍF: 31-33 (13-8)
StÍF fór avstað við steypinum og vinninginum í Smyril Line Cup, sum er spælt seinastu tríggjar dagarnar.
Tað bleiv ein spennandi finala. Kanska í so spennandi, helt onkur. Dysturin byrjaði klokkan 18:30, og aftan á vanliga og longda leiktíð mátti dysturin avgerast við brotskøstum. Seinasta bríksl var ikki fyrr enn klokkan 20:20 umleið.
At byrja við sá líka sum út til, at H71 fór at gerast vinnandi liðið. Hoyvíkingar lógu oman á allan fyrra hálvleik, sum endaði við 13-8. Men í hondbólti kann tað skjótt venda, og tað er júst tað, sum hendi.
Strandingar komu nógv betri í gongd í seinna hálvleiki, og fingu ta einu løtuna bart seg fram til eina 4-máls leiðslu.
Dysturin endaði við máli til H71 í seinastu sekundunum 24-24. Tað úrslitið kann ikki brúkast at enda eina steypafinalu við, so tað blivu leiktir 2x5 minuttir afturat. Og so var støðan blivin 28-28. Tá Andor Sivertsen sekundir áðrenn tíð fekk seinasta bóltin inn um frá høgra vongi, tá sprakk pápin, Petur, út í gongina at jubla, sigst :)
Hesin javnleikurin kundi heldur ikki brúkast, so restin var upp til brotskøst, fimm í part. Her kláraðu strandingar at fáa øll síni í mál, vit kiksaðu eitt av okkara, so endaliga úrslitið av finaluni í Smyril Line Cup gjørdist: H71-StÍF: 31-33.
Frá okkum (H71) skal ljóða ein tøkk til øll tey luttakandi liðini og eitt stórt tillukku til strandingar.
Kelda: www.h71.fo -Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald