Ítróttur

Strandingar eru í steypafinaluni

...

2017-02-12 21:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
StÍF tók í kvøld móti Neistanum í seinnu hálvfinaluni í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum, og spenningurin helt sær heilt til seinasta minuttin av dystinum. Neistin vann tann fyrra dystin millum liðini 28-24, og tí skuldi StÍF minna við minst 4 málum, og vunnu teir við 5 vórðu teir sikraðir víðari.

Tað var StÍF ið byrjaði betur og førdu teir 7-3 eftir 12. min.  Tá ið 26. minuttir vóru leiktir var støðan 12-10 til StÍF, men so gjørdi StÍF ein ordiligan vørr og skoraði 3 mál tveir teir seinastu minuttirnar, og kundu fara til hálvleik við einari 5 málleiðslu uppá 15-10.

Seinni hálvleikur var ógvuliga spennandi, og spenningurin helt sær heilt til sinasta minuttin, tá ið StÍF skoraði til 31-25, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Málskjúttar: 
StÍF: Sveinur 11, Pætur 6, Allan 6, Kjartan 4, Borgar 3 og Marius 1.
Neistin: Teis 10, Frank 5, Rói 4, Torkil 3, Torstein 2 og Andras 1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder