Politikkur

Strandferðslan má taka í egnan barm

...

2018-01-25 20:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú Strandferðslan hevur sagt upp sáttmálan um bíðirúmið á kaiini í Nólsoy, standa nólsoyingar í eini sera keðiligari støðu.


Eg má vísa á, at tað er ikki rætt, at kommunan skal rinda fyri bíðirúmið. Strandferðslan ber tí fram ósannindi, tá ið stovnurin sigur, at kommunan læsir dyrnar fyri nólsoyingum. Her læsir Strandferðslan seg inn í egnan veruleika.

Sambært lógini um fólka- og farmaflutning hevur landið skyldug til at veita nøktandi sjóvegis fólkaflutning. Og er tað ikki ein púra natúrligur partur av at røkja eina farleið, at tú sum tænastuveitari hevur eitt tilhaldsstað til tíni ferðandi ??? til kundarnar?

Áðrenn bíðirúmið kom, høvdu nólsoyingar javnan uppi á máli, at tað hevði verið gott at havt eitt stað at krokað og at fáa hitan, áðrenn tey fóru umborð á bátin til Havnar.

Í 2011 hevði Tórshavnar havn samskifti við Strandferðsluna. Vit funnu eina loysn, sum báðir partar hildu vera virðiliga. Vit gjørdu eina íløgu á 300.000 krónur í bíðirúmið. Síðani bleiv leiguavtala undirskrivað millum Tórshavnar havn og Strandferðsluna. Árliga gjaldið fyri at leiga bíðirúmið gjørdist 16.000 krónur. Vit roknaðu sjálvandi við, at leigan skuldi halda fram í nógv ár, tá ið slík íløga varð gjørd.

Hesi árini hevur hetta verið eitt vanligt leigumál. Alt hevur verið gjørt í sátt og semju. Tórshavnar havn hevur skift lás og annað, tá ið tað hevur verið neyðugt. Sum ein útleigari vanliga ger.

Strandferðslan hevur latið upp og læst, hevur vaskað og annað, sum ein leigari vanliga ger. Vit hildu, vit gjørdu avtalu við ein álítandi leigara. Men nú er Strandferðslan farin úr leigumálinum, og tí hava vit einki leigumál. Hetta er ein óheppin støða.

Men skal kommunan taka sær av bíðirúminum, flyta vit okkum inn á eitt púra nýtt øki. So fara vit inn á økið hjá Strandferðsluni. Soleiðis er lógin ikki orðað.

Um somu leið standa vit spyrjandi. Er hetta yvir nátt blivið ein kommunal uppgáva - og hevur Strandferðslan so mett tað vera teirra uppgáva í 7 ár og nú ikki? Hetta er tað týdningarmesta at fáa greiði á.

Sum ein nólsoyingur segði við meg í morgun, so tykist hetta málið at vera ein liður í eini áhaldandi roynd hjá Strandferðsluni at fáa Tórshavnar kommunu at rinda alsamt størri part av rakstrinum hjá hesum landsstovni.

Havi eisini hug at vísa á, at Strandferðslan kann ikki blanda alt saman. Hetta hevur einki við ferðagjøld at gera. Hetta snýr seg ikki um flutningsgjøld. Hetta snýr seg um ein leigusáttmála fyri bíðirúmið í Nólsoy. Latið okkum halda okkum til málið.

Tað er harmiligt, at Strandferðslan fer úr leigusáttmálanum. Fari tí at heita á Strandferðsluna um at vísa nólsoyingum alla uppiborna virðing og lata dyrnar í bíðirúminum uppaftur.

Bogi Andreasen
form. í Vinnunevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder