2015-01-12 21:33
KVF.fo skrivar: Skipini hjá Strandferðsluni, ið vórðu løgd fyri veður fyrrapartin, sigla væntandi aftur seinni í kvøld, upplýsir Strandferðslan.
- Tað er eitt sindur óvist, tí tað er nógvur vindur enn, men væntandi fáa vit skipini aftur í sigling seinni í kvøld, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Hann væntar, at Sam siglir fyrsta túrin klokkan 18:30 í kvøld, og at hini skipini hjá Strandferðsluni eisini taka siglingina uppaftur seinni í kvøld, tá veðrið er batnað.
Ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni væntar, at leið 100 og 300 hjá Bygdaleiðum byrja koyringina aftur um ein slakan tíma ella so, segði hann við útvarpið klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald