2015-06-09 13:40
Í morgun hittast strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg til samráðingar um svartkjaft í Edinburgh. Samráðingarfundurin í Edinburgh er framhald av samráðingunum, sum vóru í Clonakilty í Írlandi í apríl mánað. Á fundinum, sum byrjar í morgun fara strandarlondini at viðgera býtið av svartkjafti fyri næstu árini.
Samráðingarnar halda eftir ætlan fram til og við hósdagin 11. juni, og eru tað Føroyar sum formansland, ið hava boðið hinum strandarlondunum til samráðingarborðið.
Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, eisini sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.
Kelda: fisk.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald