Politikkur

Strandarlandasamráðingarnar um sild halda fram

...

2013-12-10 22:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Strandarlandasamráðingar um sild millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava í dag verið í London. Ongin semja fekst um býtið á hesum sinni, og fundurin var tískil niðurlagdur.

Næstu dagarnar og vikurnar fara Føroyar at halda tveyparta samráðingar við hini strandarlondini til tess at royna at mýkja støðuna. Sjálvar strandarlandasamráðingarnar vera eftir ætlan uppafturtiknar í januar mánaði næsta ár, tá ið royndirnar at gera semju gjøgnum tveyparta samráðingar eru loknar.
Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London og Felagið Nótaskip mannaðu føroysku sendinevndina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder