Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hittast í morgun til samráðingar um norðhavssild. Samráðingarnar fara fram á NEAFC høvuðsborgini í London, og eru dagurin í dag, eins og dagurin í morgin settir av til samráðingarnar.
Á seinasta samráðingarfundi um norðhavssild, sum var í januar mánaði í Cobham, eydnaðist tað ikki strandarlondunum at finna semju um býtið fyri 2015, og skipa londini tískil fiskiskapin einsæris fyri hetta árið. Sostatt snúgva samráðingarnar í dag og í morgin seg um býtið fyri 2016 og næstu árini.
Tað er Noreg, sum hevur formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild fyri 2016 og er tað tískil Noreg, ið hevur kallað inn til fundar. Á fundinum luttekur, umframt tey fimm strandarlondini, eisini Grønland sum eygleiðaraland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald