Politikkur

Strandarlandasamráðingar um makrel í Clonakilty 18 ??? 22 november 2013

...

2013-11-19 12:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Strandarlandasamráðingarnar um makrel vórðu uppafturtiknar í gjár klokkan 16.00, tá ið samráðingarleiðararnir hittast til ein serligan fund. Samráðingarnar halda eftir ætlan fram til fríggjadagin 22. november, og fara tær fram í Clonakilty í Írlandi.

Á seinasta samráðingarfundi vórðu øll tey vanligu punktini á dagsskránni viðgjørd uttan tey bæði stóru punktini, nevniliga at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2014, og at býta makrelin millum strandarlondini. Samráðingarnar næstu dagarnar fara at fevna um hesi bæði punktini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vónar, at framstig verða gjørd í Clonakilty. Samskiftið millum partarnar hevur verið uppbyggjandi og í einum jaligum anda seinastu tíðina, og er tað ein fyritreyt fyri, at ein semja kann finnast.

Føroyska samráðingartoymið, Sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag manna føroysku sendinevndina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder