Politikkur

Stovna íverksetarafelag fyri 1 krónu

...

2015-03-16 21:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stovna íverksetarafelag fyri 1 krónu.

Tað skal gerast bíligari og lættari at seta á stovn nýggjar íverksetarafyritøkur. Tjóðveldi hevur tí lagt fyri tingið uppskot um at fáa broytt vinnufelagslógina soleiðis, at til ber at seta á stovn sonevnd íverksetarafeløg - ÍVF - við einari krónu sum byrjunarkapitali.

Føroyar eiga at gera alt, sum til ber, at skunda undir íverksetan. Uppskotið hevur til endamáls at gera tað lættari hjá eldhugaðum ígongdsetarum at stovna egið virki, uttan at noyðast at seta hús og heim í veð. Vinnufelagsformurin skal sostatt ikki longur forða fyri, um góð vinnuhugskot verða roynd í verki.

Til skal bera at seta á stovn ÍVF, sum alternativ til vanligt partafelag. Hesin vinnufelagsformur er væl egnaður fyrstu árini, ímeðan fyritøkan byggir upp neyðugu fíggjarligu styrkina at umskipa seg til smáparta- ella partafelag. Hetta krevur fleiri broytingar í Vinnufelagslógini (Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg) umframt fylgilógarbroytingar.

Treytir eiga at verða settar við, at virkast bert kann sum íverksetarafelag í ávíst áramál. Hesi árini skal ávísur partur av árliga yvirskotinum - eitt nú 20-25% - setast til síðis sum innskotspeningur. Tá felagið hevur rokkið neyðuga kravinum um innskotspening, sum er galdandi fyri smápartafeløg, kann tað umskipast til smápartafelag. ÍVF fyritøkur eiga annars at virka undir vanligum vinnufelagstreytum eitt nú í mun til krøv um leiðslur, inntøkur, skatt, tiltakspening o.a.

Vilja vit hava fleiri at seta á stovn fyritøkur fyri at vinna pening úr góðum hugskotum, so mugu óneyðugar forðingar takast burtur. Og júst innskotspeningurin er hjá mongum ungum íversetarum ein meinbogi, tí útreiðslurnar hjá einari fyritøku, sum brýtur upp úr nýggjum, eru ofta sera høgar, og tað tekur drúgva tíð at byggja upp ein marknað og neyðuga kapitalgrundarlagið.

Tað er Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í vinnumálum, sum vegna Tjóðveldi hevur lagt uppskotið fram.

Uppskotið (mál 136/2014) kann lesast her: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2549

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder