Ítróttur

Stórur spenningur undan ólavsøkukappríðingini

...

2017-07-27 11:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað man helst vera nógv ár síðani, so stórur spenningur hevur verið undan kappríðing á ólavsøku.

Tey kønu meta at tað eru heili fýra ross, ið hava møguleika at vinna Tvíspor l flokk. Kappingin í ár hevur verið so jøvn at fleirfaldi føroyameistarin Fúsi úr Leynum, hesuferð má taka til takkar við at vera koyrdir í næstseinasta riðilin.

Har skal hann dystast móti tí unga hestinum Marengo. Zacharias R. Jacobsen ríður á Fúsa og Sólrun H. Poulsen á Marengo. Seinasti riðilin í ár, er millum Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki og Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. ??ll hesi fýra rossini vera mett at hava møguleika at vinna. Tað verður í øllum førum spennandi at síggja hesa kapping.

26 ross eru við í kappingini, hetta er nakað færri enn í fjør, men av tí at Tøltgreinin ikki er við longur, er luttøkan á einari góðari leið. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag, fegnast serliga um at luttøkan millum tey ungu er vaksandi. Felagið hevur seinastu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at fáa fleiri ung at ríða.

Leinkja til paringar er niðanfyri. Kappríðingin er ólavsøkudag kl 15

PARING TIL ??LAVS??KU S??ST HER !!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder