Ítróttur

Stórur spenningur í 1. deild

...

2015-08-21 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er stórur spenningur í 1. deild, um hvør skal flyta upp í EFFO-deildina saman við Skála. Skála tryggjaði sær mikudagin uppflyting, tá teir vunnu 1-0 á 07 Vestur.

Fult umfar er í 1. deild í morgin. Mest spennandi dysturin er uttan iva á Svangaskarði, har B68 tekur móti Skála. Dysturin byrjar klokkan 17:00. Í løtuni er B68 á 2. plássið, eitt stig frammanfyri 07 Vestur. 30. august møtast 07 Vestur og B68 í Sandavági.

07 Vestur tekur móti Víkingi, tá teir vitja á Valloyrini í Sandavági. Dysturin byrjar klokkan 15:00.

Á MB-Arena spæla MB og NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 15:00.

B71 og KÍ spæla á Sandi. Dysturin byrjar klokkan 14:00.

AB, sum bert er tvey stig aftanfyri B68, spæla móti B36. Dysturin byrjar klokkan 17:30. 

Støðan í 1. deild.

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
Skála
22
18
3
1
68-15
57
2
B68
22
13
4
5
47-23
43
3
07 Vestur
22
12
6
4
50-24
42
4
AB II
22
12
5
5
45-28
41
5
KÍ II
22
11
0
11
52-38
33
6
B71
22
8
6
8
40-37
30
7
Víkingur II
22
7
4
11
30-34
25
8
NSÍ II
21
6
3
12
35-39
21
9
B36 II
21
2
7
12
18-59
13
10
MB
22
0
2
20
12-100
2


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder