Vinna

Stórur og góður makrelur undan Íslandi

...

2015-08-20 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Íslendska skipið Margret av Akureyri landaði í gjár uml. 1.000 tons av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði, tað var stórur og góður makrelur íslendska skipið kom við - vektin lá um 500 gramm.

Margret hevði roynt einar 50-60 fj. eystur úr Eysturlandinum.

Teir loystu av Kollafirði í nátt og fara beint aftur til fiskiskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder