www. portal.fo skrivar:
??vanliga stórur munur er á veljarakanningunum, sum Fynd kunngjørdi umvegis Miðlahúsið og Kringvarp Føroya á middagi, og so Gallup-kanningina, ið varð kunngjørd her á Portalinum fyri løtu síðani.
??gvusligasti munurin er, at Javnaðarflokkurin í Gallupkanningini gongur fram, og verður størsti flokkur við 8 tingsessum, meðan Javnaðarflokkurin í Fynd-kanningini einans fær 6 sessir.
Fynd vísir eisini framgongd í mun til undanfarnar veljarakanningar til serliga Fólkaflokkin, Miðflokkin og Nýtt Sjálvstýri, og hetta kann møguliga tulkast so, at ógvusliga virðiskjakið um vikuskiftið, har hæddarpunktið var ein biðiløta á Tinghúsvøllinum fyri komandi løgtinginum, kann fáa ávirkan á valið.
Fynd-kanningin byggir á spurnarkanning, sum varð gjørd í gjárkvøldið, meðan veljararnir í Gallup-kanningini eru spurdir frá týsdegnum í farnu viku og fram móti vikuskiftinum.
So hóast bert eitt gott samdøgur er eftir til valhølini lata aftur, so vísa dagsins veljarakanningar, at tað enn er møguleiki at flyta atkvøður, og tí er einki avgjørt enn, og tí enn orsøk hjá flokkunum at reka og ávirka heilt fram til afturlatingartíð í annaðkvøld.
Veljarakanningin hjá Gallup sæst her
Les eisini:Andstøðan vinnur valið í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald