Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya 13. apríl 2016
Fríggjadagin í komandi viku, sum er Dýri Biðidagur,
verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum
???Kórfestivalur 2016???. Umframt luttøku av
11 kórum kring landið, verður eisini skipað fyri einum felagskóri, sum Tróndur
Bogason hevur skrivað eitt verk til.
Talan er um annan kórfestival á rað, sum avloysir traditionellu kórstevnuna
yvir tveir, tríggjar dagar, ið hevur fyriskipað ígjøgnum nógv ár. Nýggja
kórtiltakið er ein dag, tí tað er lættari at fáa fólk at luttaka, tá tiltakið
ikki fer yvir fleiri dagar.
Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Átta kór
luttóku í fjør, og í ár er luttøkan væl hægri við 11 kórum. Talan er um Havnarkórið,
Tórshavnar Manskór, Gøtu Kirkju Ungdómskór,
Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Vágakórið, Kristiliga Sangkórið, Tarira, Aurora Borealis, Tórshavnar Kamarkór
og Glymur, sum við lutakasti koma at framføra í nevndu raðfylgju.
Eins og í fjør verða viriðslønir handaðar. Fyrsta virðisløn verður fyri bestu
framførslu, har hugsað verður hugsað um eitt nú neyvleika (presisión),
tónlistagávur og dynamikk.
Onnur virðisløn verður fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu
framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan
innmarsj, fjølbroytni í uppstilling og so framvegis. Tað vil siga at vísa
nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.
Leiðari
fyri felagskórið í ár er Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og hevur
útbúgving í sangi og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú
leiðir føroyska Húsakórið í Keypmannahavn. Felagskórið fer at framføra eitt
verk, sum Tróndur Bogason hevur skrivað til høvið. Heili 180 sangarar hava
teknað seg til felagskórið.
Nevndin í Kórsambandi Føroya og fyrireikararnir umboðandi nøkur av kórunum í
Havn, vóru í fjør samd um, at Kórfestivalur 2015 eydnaðist stak væl, og tí var
ongantíð ivi um, at hetta fór at vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.
Konsertin undir Kórfestivali 2016 byrjar kl. 16 Dýrabiðidag tann 22. apríl í stóra
salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og
síðani felagskórið. Tórður Mikkelsen verður frásøgumaður. Um kvøldið verður
skipað fyri veitslu í B36-húsinum fyri luttakarunum.
Um nakar ynskir at vita meira um ???Kórfestivalur 2016???, sum verður fyriskipaður
í samstarvi millum Kórsamband Føroya og nøkur sangkór í Havn, kann viðkomandi
seta seg í samband við Kára Bæk, formann í Kórsambandi Føroya, á tlf. 270142.
Vinarliga
Nevndin í Kórsambandi Føroya
og fyrireikandi umboð fyri kór í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald