Politikkur

Stórur fólkafundur á Doktaragrund

...

2015-07-22 03:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

13. árið á rað skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund ólavsøkudag. Fólkafundurin er vorðin fastur táttur hjá nógvum frælsislyntum. Nógv spennandi er á skránni, og vænta vit eins nógv og undanfarin ár.

Í ár bera Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe, sum bæði eru løgtingsvalevni fyri Unga Tjóðveldið, fram røður. Magni Arge, ið er næstvaldur fyri Tjóðveldi á fólkatingið, ber eisini fram røðu. Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ber fram síni eyðkendu skjaldur. Umframt hetta spæla Lisa í Dali og Petur Háberg nøkur løg. Endað verður við tjóðsanginum.

Fundurin er ólavsøkudag, 29. juli. Hann byrjar kl. 19 og varðar í ein góðan tíma. Fundurin verður hildin á Doktaragrund úti á Reyni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder