2015-05-06 03:00
Leygardagin 9. mai, verður stórur barnafagnaður á Giljanesi. Byrjað verður kl. 13.30, har øll børnini í kommununi fara at ganga skrúðgongu frá kajøkinum niðan til Ítróttarhøllina. Meiningin er at skrúðgongan bæði skal vera litrík og festlig.
Kl. 14.00 byrjar so barnafagnaðurin og vera tað børn á stovnum og skúlanum í Vága Kommunu, sum koma at framføra. Hesi børn hava vant í góðan mánaða til hetta hetta tiltak, so spennandi verður at síggja og hoyra, hvat tey hava at bjóða.
Tiltakið endar við at sjónbandalagið, sum børnini í kommununi hava sungið og innspælt, verður frumframført.
Tað er Vága Kommuna sum stendur fyri tiltakinum, við góðum stuðli frá børnum og starvsfólkum á stovnum og skúla.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kelda: Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald