Vinna

Stórur áhugi í Hollandi fyri frímerki um Westerbeck

...

2016-02-04 23:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Uttan fyri danska kongaríkið hevur ongantíð verið so stórur áhugi fyri einum føroyskum frímerki, sum tað er fyri frímerkinum um Westerbeek, nú tað seinni í mánaðinum verður lagt fram í Rotterdam í Hollandi. Skipað verður fyri ferð til Rotterdam og Amsterdam í døgunum 17.-20. februar, har tað framvegis eru pláss eftir.


Eini 110 fólk frá fjølmiðlum, frímerkjasavnarum, familju og øðrum áhugaðum hava teknað seg til móttøkuna í Rotterdam Maritime Museum, har frímerkið um hollendska eysturindiafararan, ???Westerbeek???, ið sigldi á land og sakk sunnan fyri Lopranseiði 2. september 1742, verður avdúkað.

- Hetta er størsti áhugi, sum vit nakrantíð hava verið úti fyri uttan fyri Norðurlond í sambandi við útgávu av einum føroyskum frímerki, sigur Svanbjørg Manai, filateliststjóri á
Posta.

Mett verður, at ikki minni enn fýra-fimm túsund føroyingar eru eftirkomarar av manningini á Westerbeck.

Tað var ein av tátíðar størstu reiðarafyritøkum í heiminum, V.O.C., ið átti Westerbeck.

Posta hevur í hesum sambandi gjørt av at geva út frímerki við Westerbeck, og tí verður skipað fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keypmannahavnar og víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rotterdam.

??tgávan av nýggja frímerkinum hjá Posta fer fram í
Rotterdam Maritime Museum.

Skipsvanlukkan við Lopranseiði hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum, tí mett verður, at fleiri túsund føroyingar hava ættarbond til manningina á Westerbeek.

Tað er ein av eftirkomarunum av einum av manningini, Sámal Bláhamar, ið skipar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er Mathias Lassen, ið hevur skrivað bókina um Westerbeek, sum kom út í 2008.

Bussferð frá Danmark til Rotterdam í Hollandi og retur til Danmark 1700 kr um minst 10 eru við.

Enn eru pláss eftir, og til ber at tekna seg til ferðina skjótast gjørligt á telduposti [email protected] ella við at ringja á tlf. 215667.

Niðanfyri sæst føroyska frímerkið og ein tekning, sum hildið verður er av hollendska skipinum, Westerbeek, ið rendi á land á undir Lopranseiði 2. september í 1742.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder