2015-09-11 07:16
Freistin at koma við tilboðum til nýggju Nólsoyarferjuna var úti í dag kl 12, og tað vísti seg at verða stórur áhugi, tí heili 16 fyritøkur nær og fjar høvdu latið tilboð inn. Boðini vórðu latin upp á høvuðsskrivtovuni av Jóhan Petur Abramhansen, rakstrarleiðara, eftir døgurða, og í næstum fer fyritøkan at meta um innkomnu tilboðini, og síðani verður ein tilráðing send landsstýrismanninum.
Kelda: ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald